Havi ikki tikið støðu enn

- Eg má seta meg betri inn í málið og millum annað hyggja at, hvørja ávirkan hetta fær á okkum í Føroyum, óbeinleiðis ella beinleiðis, áðrenn eg kann taka støðu, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur.

 

Alternativið hevur lagt eitt uppskot til samtyktar fyri Fólkatingið, ið skal loyva nýtsluni av hassj í medisinskari viðgerð. Uppskotið er til fystu viðgerð í dag og kemur til aðru og triðju viðgerð í januar.

 

- Eg má tosað við millum annað Sirið Stenberg og hoyra, hvussu hetta kann hugsast at ávirka Føroyar, áðrenn eg kann taka støðu. Møguliga fari eg eisini at fylgja orðaskiftinum í heilsunevndini, sigur fólkatingslimurin hjá Javnaðarflokkinum, sum eisini hevur boðað Fólkatinginum frá, at hann ikki hevur tikið støðu í málinum enn.

 

Les eisini Sjúrður og Magni hava valdið

 

Hann sigur, at hetta er ein serstøk og kanska eisini óheppin støða, sum fólkatingslimirnir úr útnorðri eru komnir í.

- Vandin er, at um vit atkvøða ímóti, so vinnur nei-síðan, hóast ein meiriluti av donsku fólkatingslimunum atkvøða fyri. Tað kann skapa nakað av ónøgd, serliga um tað vísir seg, at uppskotið onga ávirkan hevur á okkara veljarar. Tá er torført at grundgeva fyri, hví vit skulu fella tað, sum annars hevði verið ein meiriluti, sigur Sjúrður Skaale.

 

Uppskotið hjá Alternativinum er eitt uppskot til samtyktar, sum er ein áheitan á donsku stjórnina at gera eina lóg, sum loyvir nýtsluni av cannabis í medisinskari viðgerð. Sum er eru bæði danski Javnaðarflokkurin og Vinstri ímóti uppskotinum.

- Eg vænti, at Javnaðarflokkurin og Vinstri fara at nýta nevndararbeiðið til at mýkja uppskotið nakað, soleiðis, at teir eisini kunnu taka undir við uppskotinum, sum er ein áheitan á stjórnina og ikki eitt lógaruppskot. Tí er líkt til, at vit ikki sita í nakrari lyklastøðu kortini, tá onnur og triðja viðgerð vera, sigur Sjúrður Skaale.