Havi gott stev

Tøkum Lætt bjóðar øllum at koma í føroyskan dans í vetur. Dansað verður í Skansastvu í Djóna í Geilsgøtu 1 sunnukvøld klokkan 20.00

Fyrsta dansikvøldið í vetur verður nú sunnukvøldið 17. oktober. Har liggur skrá fyri veturin frammi, sigur felagið í tíðindaskrivi.
Tøkum Lætt sigur frá, at tey hava eina fjølbroytta skrá, soleiðis at øll kunnu vera við. Bæði royndir og óroyndir dansarar. Á skránni eru bæði stuttar vísur og tættir, eins væl og longu kvæðini.
Meira fæst at vita um dansifelagið Tøkum Lætt, sum er størsta dansifelag í landinum, á heimasíðu felagsins, ið er at finna á adressuni www.slaid-ring.fo/toekum