– Havi fingið meira innlit í spælið

Um vikuskiftið hava heili 19 kvinnur úr fimm ymiskum feløgum tikið lut á Dómaraleiðini

Um vikuskiftið hava heili 19 kvinnur úr fimm ymiskum feløgum tikið lut á Dómaraleiðini. Sum liður í heildarætlanini at menna føroyskan kvinnufótbólt, og í samband við ætlaða EM endaspælið fyri U17 gentur, sum skudi verið í Føroyum í hesum døgum, hevur verið skipað fyri Dómaraleiðini. 

 

Á skeiðnum hava 19 kvinnur tikið grundskeiðið “FSF dómarin”, og í FSF varpinum hoyra vit Sólruna Hendriksdóttir Sørensen frá B71 greiða frá, hvat hon hevur fingið burturúr.

 

##med2##