Tað hevur verið eitt sindur ivasamt um Karsten Hansen, landsstýrismaður við heilsumálum, fór at stilla uppaftur, men í dag hevur hann váttað fyri ting.fo, at hann fer at taka eitt tørn afturat.
-Eg havi hugsað eitt sindur um hetta, men eftir at eg havi tosað við familjuna og fyrst og fremst konuna, so havi eg avgjørt at taka fýra ár afturat, sigur Karsten Hansen við ting.fo
Karsten Hansen fyllir 71 ár í næstum, men hetta sær hann ikki sum nakran trupulleika.
- Onkur hevur nevnt kalendarin sum ein trupulleika. Við tey havi eg sagt, at tí havi eg ikki ilt av, so um tey halda, at kalendarin er ein trupulleikai, so mugu tey tosa við hann.
Karsten Hansen byrjaði sum limur í Klaksvíkar Býráð, og gjørdist í 1998 landsstýrismaður í fíggjarmálum, tá umboðandi Tjóðveldisflokkin. Hann varð valdur á ting í 2004. Í kjalarvørrinum av kjakinum um 266b, valdi Karsten Hansen at melda seg úr Tjóðveldisflokkinum og fór stutt seinni upp í Miðflokkin. Hann hevur hetta valskeiðið verið landsstýrismaður í heilsumálum.
-Eg haldi eg havi nakað enn at geva til samfelagið. Tí bjóði eg meg fram einaferð afturat, sigur Karsten Hansen við ting.fo.











