Fuglaveiða
Nú hann sigur veksandi vind, má roknast við, at havhestatíðin á hesum sinni er av. Ikki tí, at ov langt er útliðið, men fuglurin er helst farin á sjógv rímiliga tíðliga, og tí má roknast við, at lítið og einki situr eftir í bjørgunum, tá fríski vindurin, hann nú sigur, hasar av aftur.
Nógvur fuglur er tikin á sjónum í heyst, og dúgliga hevur verið roynt at selja, bæði á marknaðarplássinum í Vágsbotni og aðrastaðni, har møguleikar eru at sleppa av við nakrar fuglar.
Í onkrum bygdum í Eysturoy hava børn eisini gingið húsagongd og hava spurt, um fólk ynskja at keypa havhest.
Hugsandi er, at marknaðurin í løtuni er mettaður, men undarligt skal vera, um menn, sum hava tikið havhest í heyst og kanska eiga nakrar liggjandi í salti, ikki sleppa av við nakrar fuglar aftrat, sum tíðir gongur og fólk fara at munga eftir einum leskiligum bita aftrat.










