Havgrímur við nýggjum byggiætlanum

Havgrímur Johannesen hevur selt bæði Snikkaravirkið í Grønlandi og sín part í Frants Restorff bygninginum, og arbeiðir nú við øðrum ítøkiligum byggiætlanum

Havgrímur Johannesen hevur fyri kortum selt Snikkaravirkið í Grønlandi til Team 85. Havgrímur Johannesen hevði ætlanir um at byggja íbúðir í gamla bygninginum, men Team 85 kom við einum so mikið góðum boði, at gjørdi av at selja beinanvegin. Eisini nú hann hevði fingið loyvi at fara undir at byggja íbúðir har.

Selt sín part í Frants
Havgrímur Johannesen var eisini partur av teimum, sum keyptu gamla bakaríið Frants Restorff og miðbýnum í Havn. Her hevur Havgrímur Johannesen eisini gjørt av at selja sín part. Hann greiðir frá, at hann fekk eitt gott tilboð, og sum hann sjálvur tekur til, so er hann bara ein maður, so tað avmarkar seg sjálvt, hvussu nógvastaðni hann far verið samstundis.
Havgrímur Johannesen sigur, at í løtuni arbeiðir við øðrum byggiætlanum. Hann ynskir ikki at koma nærri inn á, hvørjar hesar ætlanir eru, men avdúkar tó, at talan er um eina stóra byggiætlan, sum er ítøkilig og meiri enn bara ein ætlan, umframt onkur smærri projektir.