-Alt skal út, alt skal broytast og Eclipse skal hava nýggjan samleika, sigur Havgrímur Johannesen, nýggjur eigari av Eclipse. Stóri náttklubbin í miðbýnum í Havn, Eclipse, hevur nú fingið nýggjan eigara. Havgrímur Johannesen hevur áður átt Eclipse og REX, og nú hevur hann aftur keypt sær náttklubban.
-Eg haldi, at Eclipse hevur verið á lágum støði seinastu árini, men møguleikarnir eru ótrúliga stórir, og tí havi eg góðar vónir, sigur Havgrímur Johannesen.
Komandi tíðina verður Eclipse opið sum vanligt, men broytingar eru longu framdar í náttklubbanum.
-Vit hava betra um ljós, ljóð, umstøðurnar í vesinum og barrunum, og vit hava hækkað um tænastustøðið til komandi vikuskiftið, sigur Havgrímur Johannesen.
Vilja broyta myndina
Tað er neyvan nøkur loyna, at Eclipse hevur givið undirskot seinastu árini, og myndin av Eclipse hevur eisini verið heldur neilig seinastu tíðina. Men hetta vil nýggi eigarin broyta.
-Fríggjakvøldið verður ókeypis atgongd alt kvøldið og sera bílig drykkivøra, tí vit vilja bjóða øllum at koma í Eclipse, og merkja, at tað er nýggj leiðsla í húsinum, sigur Havgrímur Johannesen.
Eftir ætlan skal Eclipse lata aftur nakrar vikur í januar, til tess at broyta um ymisk viðurskifti, men vikuskiftið áðrenn stóru umvælingina bjóðar nýggja leiðslan til eina heldur forkunnuga veitslu í Eclipse.
-Eftirsum vit fara at skifta møblar og annað út, fara vit at bjóða til stóra skúmveitslu áðrenn vit umvæla. Á hendan hátt ger tað einki, um møblarnir taka skaða hetta kvøldið, sigur Havgrímur Johannesen.