Havgrímur keypt Snikkaravirki

Skjótt fyrrverandi eigarin av skeinkistøðunum Eclips, Rex og Café Natúr, Havgrímur Johannesen, hevur keypt Snikkaravirkið í Grønlandi fyri eina ókenda upphædd.

Havgrímur Johannesen váttar, at hann hevur keypt Snikkaravirki, ið liggur á vegamótinum Grønlandsvegur og J. Paturssonargøta, men enn er keypið so nýtt, at ongar ítøkiligar ætlanir eru fyri ognina.

Umhugsar íbúðir
 Tað er í fyrstu atløgu keypt sum Snikkaravirki, men eg havi sjálvsagt gjørt mær mínar tankar við hesum keypinum. Eg havi umhugsað at gera tað um til íbúðir, men tað krevur sjálvsagt vælvild frá býráðnum, sigur Havgrímur Johannesen.
Hann vísir á, at talan er um eitt íbúðarøki, og tí skuldi einki verið til hindurs fyri at gjørt gamla Snikkaravirkið um til íbúðir, heldur hann.
Havgrímur Johannesen sigur, at hann hevur tosað leysliga við býráðið um ætlanirnar hjá sær, og sum skilst skuldu eingir trupulleikar verið við at fáa loyvi til at gera íbúðirnar.