Kommandørbústaðurin Yviri við Strond, sum nú verður umbygdur til hotel, fer at kallast Havgrím við undirheitinum Seaside Hotel.
Tað er júst avdúkað á tíðindafundi í Kaffihúsinum Undir Bryggjubakka í Havn fyri løtu síðan, har Lis Eklund í Niðristovu, Beinta Rasmussen, Johan í Niðristovu og arkitekturin, Eyðun Eliasen, greiddu frá.
Navnið Havgrím er eftir manninum, sum læt stóru og sermerktu húsini byggja í 1948. Húsini vóru privatbústaður fram til 1952, tá danska verjan yvirtók tey.
Í løtuni er trupult at siga júst, nær Havgrím - Seaside Hotel - letur upp, men um ólavsøkutíð kann ein neyvari meting gerast.
Nýggju eigararnir av ognini ætla tó, at hotellið, sum fer at hava 14 tvímanskømur, har øll kømrini hava útsýnið yvir havið, skal lata upp seinni í ár.
Longu nú er tó møguleiki hjá komandi gestum at bíleggja pláss á hotellinum um teldupostin booking(at)hotelhavgrim.fo
Tey, sum eiga Kaffihúsið Undir Bryggjubakka og Havgrím Yviri við Strond, eru Lis Eklund í Niðristovu, Johan í Niðristovu, Beinta Rasmussen og Chris Ørvarodd.