Írsku skipini, Brendelen og Father Mckee, eru í Fuglafirði við 1250 tonsum hvør. Veiðan hjá skipunum er havgøltur, og skipini hava javnan og í fleiri ár landað havgølt í Fuglafirði - eisini í tíðini, tá Havsbrún fekk lítið av rávøru.
Men, hvat er havgøltur?
Tað eru eftirhondini fleiri ár síðan, at Havsbrún tók ímóti fyrstu nøgdunum av einum tá “nýggjum” fiskaslagi, sum á enskum kallast boarfish.
Føroyska navnið er havgøltur. Fyrstu fiskarnar av hesum slagi fekk nótaskipið Christian í Grótinum, tá teir royndu eftir rossamakreli í Ensku Kanalini. Tá hevði skipið eina íblanding av havgølti, sum teir landaðu í Fuglafirði.
Okkurt árið hevur Havsbrún keypt nøkur túsund tons av havgølti, og tað eru írsku systirskipini, Father McKee og Brendelen, sum eru grundarlagið undir hesi ráfiskatilgongd.
Skipini plaga at royna á leiðunum sunnanfyri Írland og niðri móti Ensku Kanalini.
Havgøltur er smáur fiskur. Er slagið gott, liggur støddin millum 10 og 13 cm., men er fiskurin smáur, er longdin einar 5-6 cm. Fiskurin minnir um kongafisk í skræðuni; hann er nakað hvassur, og tí er hann eisini ringur at fáa upp úr skipinum.
- Neyðugt er at brúka nógv vatn, tá havgøltur verður landaður, siga tey, sum kenna til hetta fiskaslagið.