Nólsoyingar fara nú út at ferðast við leikinum Havgird. Tey hava higartil bert sýnt leikin fram í Nólsoy, har tey hava havt 10 sýningar.
Nógv fólk hava ferðast um fjørðin út til Nólsoyar at síggja leikin, men um vikuskiftið verður so lagaligari hjá fólki í miðstaðarøkinum at síggja leikin.
Nólsoyingar hava fingið nógv rós fyri hendan sermerkta leikin, sum er vorðin til í einum samstarvi millum leikstjóran, Águstu Skuladóttir, pallstjóran, Katrin Thorsteinsdóttir, og leikararnar. Sokallað devised theatre.
Sýningarnar verða sum nevnt í Sjónleikarhúsinum, og framført verður fríggjadagin, Dýrabiðudag, klokkan 17 og 20 og leygardagin klokkan 17 og 20. Sýningin sunnudagin er útseld. Leikurin varar í umleið ein tíma og 15 minuttir.
Leikurin er sera visuellur, og MáF hevur gjørt av, at nólsoyingar skulu umboða Føroyar við leikinum á NEATA-festivalinum, sum í ár verður í íslandi fyrst í august mánað.










