»HAVGIRD - Oceanized«: Stórur leikur í lítlum leikhúsi

UMMÆLI:

At hava eina ætlan og fara undir at loysa úr lagdi, tað er tað, sum nólsoyar sjónleikarfelag og íslendsk leikfólk í felag hava gjørt við nýgjørda sjónleikinum »Havgird«

Áhugaleikasamtakið NEATA hevur stóra sjónleikastevnu á Akureyri í Íslandi í august mánaði í 2010, og hetta hevur tendrað í listarliga fjúsið hjá nólsoyingum og íslendskum leiklistafólki.
Orðið »Havgird« havi eg ikki hoyrt fyrr, men tað ljóðar so myndarligt, og tað má sigast, at myndir vóru í hópatali í nýskrivaða og frumframførda leikinum.
Hóast avmarkað pláss, so kendist beinanvegin, tá ið tú var komin at sita í leikhúsinum, at her var leikmynd, sum var sjáldsama hegnisliga frágingin. – Næsta uppliving var, at ljósið og ljóðini høvdu berandi leiklutir.
Tónleikurin gav skiftandi stemningsmyndir, og úrvalið serstakt. – Vakurt ! – Sterkt!
Leikurin er mest at líkna við eina kaleidoskopiska uppliving.
- Eftir at hava slept øllum fordómum um form og ávísa leikgongd, kom tann kenslan, at her var farið til verka á ein frígerandi hátt. Uppskotini hava verið sum perlur á snóri. Summi uppskot umgjørt til skyggjandi og flottar perlur. T. d. Myndin av aldum og andláti, myndin av longsli, myndin av gleðisløtum, myndin av teimum, sum undan fóru.
Summar myndir vóru í so óruddiligar. – Aðrar vóru í so veikar. Her átti at verið sáldað betur.
Havi ongantíð áður sæð ein leik so sjáldsama samansettan av orðum, av rørslum, av góðvarni, av respektloysi og humori. Sjáldsama varkurt ljóðaði nóloyarmálið á palli.
Leikurin byrjar við yrkingini »Og dansurin gongur« hjá Tummas N. Djurhuus. Yrkingin var gjørd um hendingina, tá ið »Stella Argus« fórst í 1957.
Yrkingin hjá Tummasi N. Djurhuus er eins og ein veldug nót, sum verður hildin um leikin, sum fer fram á havsins botni. Leikurin er so sjáldsamur, tí her fer ein samanrenning fram millum okkara egnu søgu um sorg og sakn og franskt klovnateatur. – Løgið og hugfangandi.
Í leikinum verður spælt á nógvar streingir. Sterkastu streingirnir er valið av tónleiki og sjálv leikmyndin, sum saman við búnum gevur okkum gandaðar upplivingar. – Íslendsku yrkisfólkini Augusta Skúladóttir og Katrin Torvaldsdóttir hava enn einaferð givið føroyskum sjónleiki serstakar upplivingar. Tær skapaðu á Tjóðpalli Føroya í 2008 serstøku leiksýningina »Í Geyma«, sum Dánjal Hoydal hevur skrivað.
Allir leikararnir í nýskrivaða leikinum arbeiddu væl tekniskt. Her datt ongin burtur ímillum. - Tó meti eg, at sterkastu leikmyndirnar spældu Hilmar Joensen, Barbara Andreassen og Nicolaj Falck.
Petur Hans Poulsen og Súni Joensen høvdu tøkniligu ábyrgdina av ljós- og ljóðsíðuni, og her bragdaði í ungu monnunum. Herumframt var Petur marionettdukkuleiðari – Hann førdi beinagrindukonuna sannførandi.
Gunvør Joensen hevur sum framleiðslustjóri á lítla leikhúsinum í Nòlsoy klárað at bróta upp úr nýggjum.


Fakta:
»Havgird« - Sjónleikur eftir: Águsta Skúladóttir, Katrin Thorvaldsdóttir og leikhópur

Leikarar:
Magnhild: Barbara Andreassen
Markus: Hilmar Joensen
Elisabeth: Mariann Hansen
Julius: Nicolai Falck
Artur: Leo Poulsen
Beinagrindakonan: Petrur Hans Poulsen
Ljós/ljóðfólk – vidleikarar: Petur Hans Poulsen og Súni Joensen