Havfrúgvin er vaskað – men eingin vaskar Havnar Skansa

Fyri átta mánaðum og trimum døgum síðani fekk løgreglan í Havn boð um, at onkur hevði meiggjað Skansan í Havn út við reyðari máling. Helst skuldi onkur grindaktivistur fáa skyldina – ella hevði kanska skyldina – tí málað vóru herróp sum »Warning Killer Nation« upp á grótveggin á sjálvum Skansanum.

 

Í gjár var eitt sama slag herverk framt í móti Lítlu Havfrúnni hjá H. C. Andersen á Longu Linju í Keypmannahavn – eisini við herrópum ímóti føroyska grindadrápinum. Myndugleikarnir í Keypmannahavn fóru alt fyri eitt á Longu Linju og vaskaðu málingina burturaftur, soleiðis sum tað sømir seg.

 

Men í Havn ger eingin nakað. Havnar Skansi hjá Magnusi Heinason er framvegis meiggjaður út við reyðari máling og skeldsorðnum móti føroyska grindadrápinum.

 

Í heila tikið er Skansin í ringum skørum, og tað er so týðuligt, at eingin tímir at halda hann viðlíka. Føroya Landsstýrið eigur Skansan. Umframt tað at herverk við máling ikki verða bøtt aftur, so er illa gangandi kring Skansan, tí gøturnar, sum vóru har, eru undir grasi, tí eingin heldur tær viðlíka.