Føroyska fraktskipið Havfrakt, sum sunnunáttina rendi seg fast á eitt sker í Norðurnoregi, liggur nú við bryggju í Finnsnesi Havfrakt kom av skerinum í nátt. Tá vóru 300 tons av fiskamjølinum í lastini lossað yvir í eitt annað skip, skrivar nordlys.no
Sunnudagin vóru froskmenn niðri og kannaðu botnin á Havfrakt, og har var bara ein evarska lítil leki at síggja.
Nú verður kannað, um Havfrakt skal slepast víðari, ella tað kann sigla víðari við egnari megi.