KAPPRÓÐUR
Kappingin hjá 5-mannaførum við dreingjum hevur verið rættiliga spennandi í ár. Tað eru Havfrúgvin og Sílið, sum hava vunnið allar róðrarnar í ár, men undan ólavsøkuni var kappingin um meistaraheitið mest sum avgjørd. Havfrúgvin skuldi bert hava tvey stig fyri at tryggja sær meistaraheitið.
Undanfarnu róðrarnir hava eisini víst, at Sílið hevur verið betri í hørðum veðri við eitt sindur av mótvindi, meðan Havfrúgvin hevur vunnið róðrarnar í góðveðir og í undanvindi, og tí var tann mest spennandi spurningurin undan róðrinum hjá 5-mannaførunum við dreingjum helst, hvussu veðrið fór at vera á tjóðardegi okkara.
Baldrut uttan fyri molan
Veðrið var ikki so galið henda dagin, men uttan fyri molan var rættiliga baldrut. Tað vísti seg eisini skjótt, at tað var Sílið, sum legði harðast út. Teir løgdu seg nevniliga á odda alt fyri eitt, og Havfrúgvin tóktist ikki ordiliga at hótta 5-mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag.
Sum tað leið inn ímóti molanum, gjørdist munurin bara størri og størri, og eitt skifti var ein heil bátslongd á muni millum Sílið og Havfrúnna, og her var nógv, sum bendi á, at Sílið fór at vinna ólavsøkuróðurin.
Vendi innan fyri molan
Men brádliga kom vend í. Bátarnir komu inn um molan, og nú var veðrið brádliga heilt gott á sjónum. Tað gjørdist eisini beinanvegin greitt, at nú gekk betri hjá Havfrúnni, og spakuliga byrjaðu teir at eta meir og meir av leiðsluni hjá Sílinum.
Tað var tó alla tíðina Sílið, sum hevði munin, og tá bátarnir fóru undir endaspurtin, var ein hálv bátslongd á muni millum teir báðar fremst bátarnar, men hetta var ikki nokk hjá Sílinum.
Havfrúgvin hevði nevniliga ein øgiliga góðan endaspurt henda dagin, og í hvørjum taki tóku teir inn á Sílið. Teir megnaðu eisini at sleppa fram við hvíta havnarbátinum, tá teir nærkaðust málinum, og hesa leiðslu helt Havfrúgvin inn á málið. Við hesum vann Havfrúgvin FM og ólavsøkuróðurin, meðan Sílið mátti taka til takkar við silvurheiðursmerkjunum í bæði FM og á ólavsøkuni.
- Heilt óluksáliga gott
Eftir róðurin fingu vit orðið á róðursmannin hjá Havfrúnni, Rók Johannesen, og hann var sera glaður.
- Hetta var heilt óluksáliga gott. Tað besta man kundi ynskja sær. Eg vil tó ikki siga, at vit høvdu væntað at vunnið róðurin í dag, men vit høvdu heilt víst vóna tað.
Vit spurdu hann síðani, hvussu tað bar til, at tað gekk so striltið hjá Havfrúnni uttan fyri molan.
- Har var eitt sindur av havaldu uttan fyri molan, og har eru teir á Sílinum betri enn vit. Innan fyri molan var veðrið tó nógv betri, og alt var við okkum, so tað var eingin trupulleiki, segði Rókur at enda.










