Í fyrsta FM róðrinum í Hvalvík vóru tað dreingirnir úr Vestmanna umborð á Havfrúnni og havnardreingir umborð á Sílinum, sum kappaðust um sigurin.
Tað gjørdu hesir báðir bátarnir eisini á Norðoyastevnu. Ta ferðina vann Sílið. Hesa ferðin vann Havfrúgvin, meðan Sílið var næstfremst. Harvið eru hesir bátarnir púra javnir í FM kappingini við 12 stigum í part.
Havfrúgvin fekk besta startin, og skjótt varð kappingin bara millum Havfrúnna og Sílið. Leingi stóð stavn um stavn, men í endaspurtinum rann Havfrúgvin frá Sílinum, og á málinum vóru vestmannadreingir leysir av havnarbátinum.
Sundalagsstevna 2007 - 5 mannafør dreingir
1 Havfrúgvin 05:02.11
2 Sílið 05:05.16
3 Teistin 05:07.04
4 Tjaldrið 05:13.13
5 Jallurin 05:14.23
6 Blikur 05:17.10
7 Jomfrúgvin 05:19.20
8 Falkur 05:29.12
Støðan í FM - 5 mannafør dreingir
1 Havfrúgvin 12
2 Sílið 12
3 Teistin 8
4 Tjaldrið 5
5 Jallurin 3
6 Jomfrúgvin 3
7 Blikur 1
8 Falkur 0
Fyribils startrøðin á komandi stevnu
1 Falkur
2 Blikur
3 Tjaldrið
4 Sílið
5 Havfrúgvin
6 Teistin
7 Jallurin
8 Jomfrúgvin