Havfrúgvin aftur best

Tað gekk, sum tað hevði gjørt tær báðar undanfarnu ferðirnar, tá ið 5-mannaførini við kvinnum kappaðust í Kollafirði.

Havfrúgvin úr Vestmanna vann aftur hesa ferð, og Havfrúgvin er nú stórfavorittur at vinna FM.

Á fyrsta teininum hevði Firvaldur hug at bjóða av, men tær av Tvøroyri dragnaðu, tá ið teinurin var hálvrógvin.

Fram ímóti málinum stóð kappingin aftur hesa ferð millum Havfrúnna og Blik, sum eina løtu rættuliga hevði hug at bjóða av. Men í endaspurtinum var tað eingin spurningur. Havfrúgvin var tað mesta av einari bátslongd fremst, tá ið bátarnir fóru um málið.

 

5 mannafør kvinnur

1 Havfrúgvin 05:19.06

2 Blikur 05:21.13

3 Firvaldur 05:23.20

4 Strípan 05:26.16

5 Falkur 05:38.02

 

Støðan

1 Havfrúgvin 21

2 Blikur 18

3 Firvaldur 15

4 Strípan 12

5 Falkur 9