Havdjór verða sýnd fram

Aftur í ár verður skipað fyri framsýning av ymiskum sløgum av havdjórum á Føroya Sjómannadegi

Tíðindaskriv


Fyrireikingarnar eru í gongd til at taka ímóti gestum á Føroya Sjómannadegi, sum verður 22. August í Klaksvík. Eitt nú eru kørini komin upp og fiskar eru í nøkrum av teimum.

Fiskakørini eru vanliga eitt av teimum vælumtóktu tiltøkunum á sjómannadeginum. Kørini plaga at standa norðuri á Stongunum við egningaskúrarnar og hevur mong ein forvitin og barnslig sál havt gleði av hesi framsýning.

Enn eru ikki øll kørini fylt við havdjórum, men komandi dagarnar verða alsamt fleiri fiskasløg og botndjór í síggja í teimum.

Tað eru ymiskir bátar sum fáa tey ymisku fiskasløgini, sum taka tey við til lands og lata Sjómannadegum tey. Fyrireikarnir eru sera glaðir fyri hesa hjálp, sum ger tað møguligt at hava framsýningina.