Seinasti túrur hjá línuskipinum Havbúgvanum royndist ikki so galin. Teir vóru úti í einar seks dagar og høvdu seks setur.
Tá Havbúgvin var á Sørvági mánadagin, høvdu teir umleið 68.000 pund, harav tveir triðingar av veiðini var toskur og ein triðingur hýsa.
Soleiðis gav hvør seta stívliga 10.000 pund í miðal.
Wentzel Mouritsen, landingarformaður, sigur, at Havbúgvin kemur inn aftur at landa fríggjadagin, tá streymurin verður harður.
- Eg vænti, at teir henda túrin gera einar tríggjar setur, og tí er væntandi - um alt gongur væl - at veiðan henda túrin fer at liggja um eini 30.000 pund, sigur landingarformaðurin.