Føroyski trolarin Havborg úr Leirvík er tikin av norsku sjóverjuni, skuldsettur fyri ólógligan fiskiskap í Hinlopenstrætinum har norðuri í Svalbard.
Í nátt varð trolarin losaður inn í Spitsbergen.
Svalbardsposten sigur, at fyribils er ógreitt, hvussu nógv Havborg hevur fiskað í ólógligum øki og hvør revsingin verður.
Trolarin verður væntandi skuldsettur fyri brot á fleiri viðtøkur, sum eru heimilaðar í lógunum um Svalbard.
Tað er Osmund Justinussen, sum eigur Havborg.