Havborg Supply sáttmála uppá 62 mill. kr.

Tað verður føroyska felagið Havborg Supply í Lorvík, sum fer at standa fyri útgerðarvirkseminum, tá Statoil fer at bora á landgrunninum í summar.

 



Útgerðarvirksemi



Statoil-oljusamtakið hevur tikið av einum tilboði frá føroyska felagnum Havborg Supply um at veita supplytænastur í sambandi við boring í føroyskum og írskum sjógvi í summar. Samlaða tilboðið er uppá 62 mill. kr. Tummas Justinussen, stjóri í felagnum fegnast um, at teir hava fingið sáttmálan. Tvey onnur føroysk feløg buðu uppá arbeiðið. Tey vóru Viking Supply í Miðvági og Esvagt Thor í Hósvík. Sáttmálin er fyri eitt tíðarskeið uppá umleið fýra mánaðir.


Havborg Supply, sum er skrásett í Lorvík, hevur chartrað stóra útgerðarskipið ?Havila Carisma? til at sigla millum boripallin ?Sovereign Explorer? og Rúnavík frá juni til út í september. Felagið hevur so eisini fingið optión uppá eitt annað skip í Havilaflotanum, ?Havila Clever?, sum møguliga skal røkja vaktaruppgávuna í føroyskum sjógvi sama tíðarskeið. Sáttmálin fevnir so eisini um írskan sjógv. Boripallurin Sovereign Explorer fer í næstum í írskan sjógv at bora ein brunn fyri Statoil. Og til ta uppgávuna hevur Havborg Supply eisini fingið sáttmálan, sum bæði fevnir um at leggja akkerini og at reka vaktar-og supplytænastuna. Sum skilst hevur Amerada Hess, sum eisini skal bora við pallinum Sovereign Explorer, optión uppá hesar somu Havilabátarnar. Ætlanin er, at Amerada skal yvirtaka boripallin, tá hann er liðugur at bora fyri Statoil, og tá møguliga eisini umrøddu Havilaskip.



Føroyskt felag

Uppá fyrispurning um talan í veruleikanum ikki er um norsk áhugamál, sum fáa henda stóra sáttmála, nú tað verða norsk skip og norskar manningar, sum skulu gera arbeiðið sigur Tummas Justinussen, at tað er eitt føroyskt felag, sum hevur fingið sáttmálan. Hann vísir á, at tað vil vera ómøguligt hjá einum føroyskum felag einsamøllum at fara undir eitt slíkt virksemi, og tí hava teir eisini bygt upp eitt samstarv við ein sera góðan og seriøsan norskan partnara. Havila, sum eigur umleið 21 oljuútgerðarskip, hevur 48% av eginpeninginum í Havborg Supply, sum er uppá 1,2 mill. kr. Hini 52% eru á føroyskum hondum.


Tummas Justinussen sigur víðari, at hetta er jú eitt nýtt øki fyri okkum føroyingar, og tað krevur tí av okkum, at vit byggja tað upp frá botni av. Tað at vit eru vanir við skiparakstur ger tað eisini rættiliga náttúrligt at fara inn í oljuvinnuna. Men tú mást taka eitt stig í senn og byggja hetta upp so við og við. Tað skal tó ikki vera nakar ivi um, at talan er um eitt føroyskt felag, sum vil byggja sær upp eina ekspertisu á hesum nøkinum.


Hann vísir tí avgjørt aftur, at her skal vera talan um nakað strávirksemi fyri norsk áhugamál. ?Hetta er nýtt fyri okkum og vit mugu samstarva við aðrar. Tað vildi verið ørskapur at farið inn og keypt skip til hesa uppgáva. Neyðugt er at fáa samstarv við aðrar, sum eiga skipini og hava royndirnar.


Tummas Justinussen dylur heldur ikki fyri, at manningarnar á skipunum verða norskar. Hann heldur, at tað hevði verið ábyrgdarleyst í einum fýra mánaðar tíðarskeiði at farið og skift flagg og tikið føroyska manning umborð. Øðrvísi vildi verið, um tú hevði ein sáttmála uppá fleiri ár. -At skaffa fólk til slík skip eftir so stuttari tíð haldi eg ikki letur seg gera sigur hann.


Havborg Supply er í løtuni í ferð við at lata upp skrivstovu í Havn og er eisini fólk sett til at taka sær av ymsum uppgávum. Tummas Justinussen sigur, at teir arbeiða miðvíst við at byggja upp know how á økinum. Tað tekur sína tíð, men ein sáttmála sum tann teir hava fingið við Statoil er so ein sera góð byrjan.


Royna at flagga inn skip

Arbeitt hevur annars verið í eina tíð at fáa eitt norskt supplyskip undir føroyskt flagg og sum eisini skal hava føroyska manning. Har er talan um ein trý ára sáttmála. Skipið talan er um eitur Havila Lista og skal tað arbeiða í norskum sjógvi. Tummas Justinussen sigur, at skal eitt føroyskt felag sum Havborg Supply gera sær nakra vón um eina framtíð í hesi nýggju vinnuni, so má stórur partur ella meginparturin av arbeiðinum liggja aðrastaðni. Og tí satsa teir eisini so nógv uppá at fáa umrødda skip undir føroyskt flagg, so tað kann røkja uppgávur í norskum sjógvi komandi árini og tað eisini við føroyskari manning.


Ger kanningar fyri Statoil

Rúni Hansen, stjóri hjá Statoil sigur við Sosialin, at teir framvegis halda seg til løgdu tíðarætlanina. Boripallurin Sovereign Explorer kemur í føroyskan sjógv í endanum av juni og fer so beinanvegin undir at bora í tí norðara prospektinum teir kalla ?Longan?. Í løtuni er norska seismikkskipið Geo Protector á leiðini og skjýtur seismikk og gera havbotnkanningar júst á staðnum, har borurin skal setast í seinni. Í sambandi við útgerðarhavnina so eru teir við at fáa tað seinasta uppá pláss, soleiðis at sáttmálin millum Atlantic Supply Base og Statoil kann undirskrivast fyrsta dagin.