Havborg liggur nú við bryggju í Tromsø

Tað var stutt fyri midnátt í gjárkvøldið, at Havborg rendi seg fasta á einum sandflúri við Solstranda í Tromsø í Noreg.

Við norska blaðið nordlys.no segði Thor-Erik Torkildsen, bjargingarleiðari, at Havborg var komin ov nær landi, og at skipið stóð fast á einum sandflúri. Men hann segði eisini, at eingin vandi var á ferð.

 

Les eisini: Havborg borið við land í Tromsø


Tað fjarðaði, tá skipið rendi seg fast. Bjargingarskipið Kaptein Skaugen kom á staðið og royndi at hála Havborg avaftur, men tað miseydnaðist.

Tí varð avrátt at royna aftur, tá tað fløddi – tað skuldi vera um fimmtíðina í morgun.

Og tað hevur eydnast, tí sambært marinetraffic.com liggur Havborg nú við bryggju í Tromsø.