Havborg borið við land í Tromsø

Norski miðilin nordlys.no skrivar, at trolarin Havborg kom ov nær landið og stendur nú fastur.

Norskir myndugleikar við ábyrgd av Tromsøar økinum vátta fyri norska miðlinum í kvøld, at føroyska skipið Havborg er komið ov nær landið og stendur tí fast. 

 

 

Tað var um klokkan 23.00 í kvøld, at bjargingarskipið Kaptein Skaugen fór á staðið, har Havborg liggur.

 

- Tað er eitt føroyskt skip, sum er komið ov nær landið. Tað stendur tí fast nær frystianleggið við Sólstrondina orsaka av grunnum sjógvi, sigur bjargingarleiðarin Thor-Eirik Torkildsen við nordlys.no. 

 

 

Og orsaka av, at tað fjarðar til væl yvir midnátt, so er einki at gera júst nú. 

 

 

- Eingin dramatikkur er í støðuni, men vit mugu bíða eftir flóðini, og tá gera eina roynd at fáa skipið leyst, sigur bjargingarleiðarin. 

 

 

Sambært norska miðlinum er verður bíðað til í nátt um 5 tíðina, tá ið flóð aftur er, og skipið kann fáast av tí, sum myndugleikarnir meina er ein sandrúgva undir yvirflatuni.

 

 

- Vit hava roynt at sleipað skipið av rúgvuni fyrr í kvøld, men tað eydnast ikki, sigur bjargingarleiðarin, sum greiðir frá, at sjógvurin fellur minst 30 cm aftrat til tað er full fjøra og tað byrjar at ganga hinvegin aftur. 

 

 

Staðfest verður eisini á norska miðlinum, at eingin skaðar eru av hendingini.