Rækjutrolarin Havborg, sum hevur ligið í Tromsø seinastu 14 dagarnar, er nú farin aftur til fiskiskap. Kósin er sett í Loynikrókin, men um einki ber til har nú, verður farið til Svaldbards at royna.
Havborg kom til Tromsø hin 21. november. Teir høvdu tá fiskað við Svaldbard, og veiðan varð landað í Tromsø. Tær báðar vikurnar, teir hava ligið í Tromsø, er ymiskt umvælingararbeiðið gjørt umborð á Havborg.
Tað veit heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen at siga.
Hitt føroyska rækjuskipið - Artic Viking, sum hevur landað í Íslandi, er ávegis til Grand Bank at fiska rækjur.









