Fyri stuttari tíð síðani avgjørdi Høgni Jacobsen, sum síðan í summar hevur
verið virkandi formaður í felagnum, at taka seg úr nevndini.
Nevndin í Havbúnaðarfelagnum hevur nú valt Atla Gregersen til nýggjan
formann. Atli hevur sitið í nevndini í Havbúnaðarfelagnum næstan frá byrjan fyrst í 80?unum, við undantøku av fýra árum fyrst í 90?unum.
Nevndarlimirnir í felagnum eru Suni Djurhuus, Grímur Rasmussen, Hans
Jacobsen, Bogi Jacobsen og nýggi formaðurin, Atli Gregersen.