Havbúnaðarfelagið hevur havt aðalfund fyri nøkrum døgum síðani. Millum annað var val av nevnd á skrá. Atli Gregersen stóð fyri vali og hann bleiv afturvaldur. Í nevndini i Havbúnaðarfelagnum sita Atli Gregersen, Hans Jákup Mikkelsen og Regin Jacobsen.
Í ársfrágreiðingini hjá felagnum fyri 2016 skrivar nevndin, at framleiðslan hjá føroyska havbúnaðinum í fjør var 70,000 tons í kruvdari vekt, ið er ein øking á góð 6% í mun til 2015. Søluvirði vaks úr 2,8 milliardum upp í 3,7 milliardir í 2016.
Í útflutningi fór 35% til ES, meðan restin fór til lond uttanfyri Evropa, serliga Russland, USA og Kina. Í 2008 fór 85% av útflutninginum til ES, í mun til 35% í dag. Tíski mælir Havbúnaðarfelagið til, at arbeitt verður at fáa betur avtalur við hesi lond, ið vit útflyta so nógv til.
Heimframleiðslan av laksi minkaði umleið 6% í 2016, sum hevði við sær, at prísurin í 2016 var óvanliga høgur. Væntandi veksur framleiðslan 1-2% í 2017, so Havbúnaðarfelagið metir, at uppá stuttsikt, eru marknaðarútlitini góð. Langtíðar útlitini eru meira ivasom at spáa um. Millum annað verða fleiri íløgur gjørdar í alivirksemi á landi, ið kunnu hava eina ávirkan á prísin. Nevndin viðmerkir tó eisini, at laksaprísurin altíð hevur sveiggja nógv.