Havbúgvin sokkin

Línubáturin Havbúgvin sakk niður við molan í Hvalvík í gjárkvøldið. Nakrir hundrað litrar av olju, sum lóku á sjógv, vórðu tiknir upp í gjárkvøldið, og enn verður roynt at fáa bátin upp

Línubáturin Havbúgvin, sum hevur ligið við kaj í Hvalvík í eini tvey ár, sakk niður við molan í gjárkvøldið. Síðani hava fólk frá sløkkiliðinum í kommununi roynt at fáa hann leysan av botninum, men enn hevur tað ikki eydnast.

- Báturin hevur ligið her til ampa nú í tvey ár, so tað hevur verið væntandi, at okkurt slíkt fór at henda, sigur Andras Nybo, umsjónarmaður fyri havnirnar hjá Sunda kommunu, sum greiðir frá, at av tí, at onki fiskiloyvi er tengt at bátinum, hevur hann ikki verið til fiskiskap í longri tíð.

Nakrir hundrað litrar av olju lóku úr bátinum, tá hann sakk.

- Men vit løgdu byrgingar út beinanvegin í gjár og fingu oljuna upp, sigur Andras Nybo, sum heldur, at talan møguliga verður um eitt umhvørvismál.

- Tað er so keðiligt, tá bátar liggja soleiðis. Nú royna vit at fáa hann upp, og so fáa vit at síggja, hvat gjørt verður við hann.

Spurdur, um endurgjaldskrav verður reist móti eigaranum, sigur Andras Nybo, at ongin avgerð er tikin um tað enn.

- Tað er ein politiskur spurningur, sum kommunan má taka upp, sigur hann.

Havbúgvin er 50 tons til støddar. Háldan Haldansen í Vestmanna átti bátin, men hevði selt Ólavi Waag Høgnesen hann.