Upphøgging
Herfyri fóru teir undir at høggja upp skipið, Havbúgvan, sum liggur við bryggju í Hvalvík.
Hjá tí, sum kom fram við í regninum hendan dagin, sá hetta eitt sindur undarligt út.
Tað var ein brøyt, sum syrgdi fyri, at alt omandeks varð rivið omanav skipinum, so bara skrokkurin nú er eftir.
Birgir W. Høgnesen, sum starvast á marknaðardeildini hjá Sosialinum, var fram við í Hvalvík hendan dagin og lukkutíð hevði hann myndatólið við sær.
Havbúgvin, sum Annfinn við Hálsagarð í Haldarsvík eigur í dag, hevur upp ígjøgnum tíðirnar havt fleiri eigarar og fleiri nøvn.
Nú helt so verandi eigari, at tíðin var komin til, at skipið legði "beinini".
Havbúgvin er bygdur úr eik/bók í 1955 í Korsør í Danmark. Hann var 17,71 metrar langur og 5,30 metrar breiður, merktur 53,56 BRT.