Havant møguliga til Anfield

Lutakast var í dag, um hvørji lið, ið skulu møtast í fjórða umfari av FA Cup, eftir at triðja umfar var spælt um vikuskiftið.

Av óvæntaðum úrslitum í triðja umfari í hesari glæsuligu kapping, kunnu nevnast, at Liverpool bert fekk javnleik á útivølli móti Luton, meðan m.a. Blackburn, Birmingham og Bolton, øll taptu móti liðum úr lægru deildunum.

Tað mest óvæntaða úrslitið kom tó, tá Everton taptu heima, móti einum sera treiskum og vælkempandi Oldham liði.

Hetta at knúgva Everton er tó ikki nakað, ið Oldham er ókent, tí so seint sum í 1990, tá fjórðings finala var millum hesi bæði, frramdi Oldham eisini tað bragd, at vinna.

 

Lægsta liðið, ið eftir er

Havant & Waterlooville er ein samanrenning av tveimum liðum (t.d. EB/Streymur), og hetta felag spælur í sjeynd-bestu deildini í Onglandi, og hetta er á allar mátar, nógv tað størsta, felagið hevur verið upplivað, og kanska fer at uppliva. Liðið er tað lægst styrkismetta, ið eftir er í kappingini, og spennandi verður at síggja, um teimum megna at knúgva Swansea á heimavølli.

Liðið fekk 1-1 javnleik á einum rímuliga sterkum Swansea liði, á útivølli, og tá returdysturin skal spælast týskvøldið, fæst at vita, hvørt teir skulu til Anfield at møta Liverpool, ella ikki. Alt hetta, væl at merkja, um Liverpool megnar at vinna móti Luton á heimavølli.

 

 

Tey stóru trý, sum onglendingar nevna Arsenal, Chelsea og Manchester United, gjørdu øll sína skyldu, tá tey vunnu móti ávíkavist Burnley, Queens Park Rangers og Aston Villa.