Hava vunnið stóra virðisløn fyri nýskapandi plastglas

- Okkara visjón hevur verið at framleiða drekkigløs, sum ikki bert eru funktiónell, men eisini vøkur, og sum øll hava hug at brúka, sigur Laila Midjord, stjóri í fyritøkuni Drinksaver.

Laila Midjord og Casper Nørland, mennarar av Drinksaver

Fyritøkan "Drinksaver" hjá føroysku Lailu Midjord hevur í farnu viku eina altjóða design-virðisløn. Talan er um Red Dot Design Award, Product design 2024.

 

Hetta er ein av heimsins mest virdu design-kappingum, sum heiðrar framúrskarandi góðsku og nýhugsan. Virðislønin verður latin árliga og fevnir um fleiri bólkar, herundir vørusnið, samskiftissnið og sniðhugskot. Her hevur Drinksaver vunnið virðisløn innan vørusnið.

 

- Tað er ein stórur heiður at móttaka hesa serstøku virðisløn, sigur Laila Midjord, stjóri í fyritøkuni í samrøðu við Sosialin.

 

Umframt Lailu, so er toymið mannað av Casper Nørland sum varastjóra (COO) og Søren Røn, sum tekur sær av marknaðarføringini.

 

Drinksaver er eitt serligt glas, sum tryggjar, at man ikki stoytir. Tað kann til dømis vera hent til eina konsert, men eisini um tú hevur onkra sjúku, sum ger, at tú ristir við hondunum.

 

- Okkara visjón hevur verið at framleiða drekkigløs, sum ikki bert eru funktiónell, men eisini vøkur, og sum øll hava hug at brúka, sigur Laila Midjord.

 

Drinksaver byrjaði sum ein DTU-verkætlan hjá Lailu og lestrarbólki hennara í 2017. Tá var Drinksaver eitt einnýtislok, sum skuldi brúkast á festivalum, men síðan tá er nógv hent, og Drinksaver er í dag ein heildarloysn við bæði plastglasi og loki, sum passa saman og kann endurnýtast ferð aftaná ferð.

 

Og nú hava tey so vunnið Red Dot Design Award, sum er ein altjóða viðurkend virðisløn, har vørurnar verða mettar av eini altjóða dómsnevnd, sum er mannað við royndum sniðgevum, professarum og tíðindafólkum, sum meta um vørurnar grundað á krøv sum nýhugsan, virkisførleika, góðsku, ergonomi og haldføri.

 

- At vinna eina Red Dot Award merkir, at vøran lýkur høg krøv fyri snið og góðsku, sigur Laila Midjord.

 

 

 

Laila Midjord og Casper Nørland, mennarar av Drinksaver