Løntakaratalið í Føroyum er nú komið upp aftur á sama støðið, sum hon var á, áðrenn fíggjarkreppan rakti Føroyar.
Annað árið á rað er løntakaratalið hækkað við 700 krónum, og eru tað nú 24.946 løntakarar í Føroyum. Framgongdin í mun til í fjør er 2,8 prosent.
Tað var í 2007, at tað vóru flestir løntakarar, umleið 26.000. Men síðani fóru 2.500 løntakarar úr vinnu og botnurin var náddur í 2011 tá tað vóru um 23.300 løntakarar. Tað var ikki fyrrenn í 2014, at verulig framgongd varð aftur, og nú er komið aftur á sama støði, sum var undan fíggjarkreppuni, um 25.000 løntakarar.
Tað er serliga í byggivinnuni, at vøksturin er stórur. Har eru vøksturin 7,1 prosent, tað er 231 persónar. Innan fiski-, ali-, og ráevnisvinnuna arbeiða 168 fleiri fólk. Innan privatu tænastuvinnurnar starvast 133 fleiri og innan almennar tænastur starvast 156 fleiri fólk.