Hava vunnið yvir 700 heiðursmerki á oyggjaleikum síðani 1985

(OYL) Føroyar hava nú vunnið 232 gullheiðursmerki síðani fyrstu oyggjaleikirnar á Oynni Man í 1985

Á teimum 18. oyggjaleikunum í Gibraltar megnaðu Føroyar at hála seg uppum 700 oyggjaleikaheiðursmerki á tí søguliga heiðursmerkja-yvirlitinum.

Føroyar vunnu 22 gullheiðursmerki, 11 silvurheiðursmerki og 27 bronsuheiðursmerki á oyggjaleikunum í Gibraltar. Hetta gevur Føroyum eitt triðja pláss á heiðursmerkjayvirlitinum. Jersey vinnur oyggjaleikirnar við 33 gull, 31 silvur og 29 bronsu. Oyggin Man er nummar tvey við 29 gull, 22 silvur og 17 bronsu.

Søguliga hava Føroyar síðani fyrstu oyggjaleikirnar á Oynni Man í 1985 vunnið 232 gullheiðursmerki, 211 silvurheiðursmerki og 264 bronsuheiðursmerki.

Føroyar hava sostatt á 18 oyggjaleikum gjøgnum 34 ár vunnið 707 oyggjaleikaheiðursmerki.

Fyrstu oyggjaleikirnir nakrantíð vóru á Isle of Man í 1985. Í 1985 gjørdist Elmar Ósa føroysk fólkahetja, tá hann vann fyrsta føroyska oyggjaleikaheiðursmerkið nakrantíð. Elmar var næstskjótasti svimjarin á einum so løgnum teini sum 66 2/3 metrum. Ein teinur sum ikki hevði komið fyri á oyggjaleikum í dag.

Komandi oyggjaleikirnir vera á ermasundsoynni Guernsey. Fyrireikararnir vænta, at heili 3.000 ítróttarfólk fara at kappast á oyggjaleikunum á sumri í 2021, ið er eitt metstórt tal av ítróttarfólki.