Síðani hann settist í venjarastólin í Manchester United í 1986, hevur felagið vunnið enska meistaraheitið 11 ferðir. Eitt imponerandi tal, sum nú eisini hevur sett reyðu devlarnar ájavnt Liverpool við 18 meistaraheitum íalt.
Men skotin er langt ífrá nøgdur. Fyrst og fremst, tí hann heldur, at Manchester United hevur vunnið ov lítið í Europa.
- Hyggur tú at, hvussu sterkir vit hava verið í Onglandi seinastu góðu 15 árini, so er tað ikki nóg gott, at vit bara hava vunnið Champions League tvær ferðir hesi árini. Og tað er heldur ikki nóg gott, at Manchester United bara hevur vunnið steypið tríggjar ferðir íalt. Har er enn nakað upp til Liverpool (5 ferðir), Milan (7 ferðir) og Real Madrid (9 ferðir), sigur hann.
Skulu Sir Alex og hansara menn taka enn eitt fet upp í søgubókunum, so er møguleikin í kvøld ógvuliga hóskandi. Tí í Evropa hevur Barcelona átt sítt orð í sigrunum hjá Ferguson.
Soleiðis var tað móti júst Barcelona, at Manchester United í 1991 vann 2-1 í finaluni í kappingini fyri steypavinnarar. Tá Champions League-steypið varð vunnið eftir eina ótrúliga finalu móti Bayern München, hendi hetta á Camp Nou í Barcelona. Og tá Manchester United í fjør vann seg í finaluna í Champions League, hendi hetta við hálvfinalusigri á júst Barcelona.