Hava vunnið heili 54 heimadystir á rað

Í bestu svensku hondbóltsdeildini óttast útiliðini at spæla ímóti Kristianstad á teirra ótrúliga heimavølli

54 heimasigrar á rað í bestu svensku mansdeildini í hondbólti. Hetta kunnu spælararnir hjá IFK Kristianstad reypa av. 

 

Ígjár tók IFK Kristianstad ímóti Skövde, og tað sá ta einu løtuna út til, at drúgva sigursrøðin hjá IFK Kristianstad á heimavølli fór at fáa ein enda. 

 

Skövde var á odda 16-14 í steðginum, og tíðliga í seinna hálvleiki var Skövde á odda 20-16, men so setti IFK Kristianstad ferð á. Tá 40 minuttir vóru farnir hevði IFK Kristianstad javnað til 21-21, og so koyrdu teir á tað sum eftir var av dystinum.

 

Frammanfyri 4.177 áskoðarum vísti IFK Kristianstad stórspæl, og teir skoraðu 25 mál í seinna hálvleiki, meðan Skövde bert fekk 13 mál í seinna hálvleiki. Tað endaði við, at IFK Kristianstad vann ein sannførandi 39-29 sigur, og so kundi heimafólkið fegnast um enn ein heimasigur.

 

Talan er um svenskt met, og nú er spennandi at vita hvussu nógv IFK Kristianstad kann útbyggja metið komandi vikurnar.

 

IFK Kristianstad er á odda í bestu svensku hondbóltsdeildini við 26 stigum fyri 14 dystir. Talan er um bert eitt tap á útivølli higartil hetta kappingarárið. Nummar tvey er Alingsås við 20 stigum fyri 12 dystir.

 

Kristianstad er annars ein býur, sum liggur í Skåne, ikki so langt burtur frá Malmö.