Hava vit ráð til allar almennu verkætlanirnar?

Ber til at bjarga teimum Føroyum, sum vit hava kent, áðrenn landið kollsiglir í okkara tivandi kapprenning við okkum sjálvi?

Frá matfeingisbúskapi til lænta vælferð!

Tað er heitið á beinleiðis kjaksending á Rás2 klokkan 16 í dag.

Tað eru Óli Breckmann og Petur Jacob Sigvardsen, sum fara at skifta orð um evnið – og tað skal sigast, at teir eru ikki samdir.

 

- Ein má spyrja, um landsskrúvan hevur endaleysar snúningar, og um vit hava ráð til allar okkara almennu verkætlanir og gjaldsskyldur frameftir, sigur verturin, Óli Breckmann upp undir sendingina.
 

- Ber til at bjarga teim Føroyum, sum vit hava kent í okkara tíð, áðrenn landið kollsiglir í okkara tivandi kapprenning við okkum sjálvi sum ein ”eftirsókn eftir vindi”, sum skrivað stendur.
 

Hann staðfestir, at føroyar eru ófatiliga nógv broyttar síðani vit fingu Merkið fyri bara tveimum mansaldrum síðani.
 

- Tá vóru vit eitt samfelag, har flestu húski livdu av og í samljóði við náttúruna.
  - Vit brendu torv, veltu okkara egnu epli, ótu sjálvveiddan fisk, flettu okkara egna seyð, bundu ullarpløggini og seymaðu klæði heima upp á alt húsfólkið.
 - Lívið mól um tað kropsliga arbeiðið til at lívbjarga sær og sínum, sum altíð loysti seg. Leti var last.
 

- Minst tvey og ofta trý ættarlið búðu undir hvørjari lon, og hvør familja arbeiddi til húsarhaldið og gjørdi sína kristnu skyldu til at tryggja sína egnu vælferð heima við hús umframt at hjálpa úti, har tað trongdi. 

 
Óli Breckmann sigur, at tá var kúgv í hvørjum kjallara, í hvussu so er á bygd, og bert hendinga bilur var í bygdini. Nú eru tveir bilar í meðal í hvørjum túni, og eingin kúgv uttan í nøkrum fáum stórfjósum.

 

Tímalønin í dag er yvir 100 ferðir hægri enn í 1940 og vit framleiða og brúka 120 ferðir so nógva orku til framleiðslu, útiljós og húsarhald sum í torvtiðini.
 

- So seint sum í 1960-árunum vóru 7.000 mynstraðir fiski- og útróðrarmenn, t.e. nærum ein fyri hvørt húski.
 
- Í dag eru bara 1.200 fiskimenn eftir, ella ein fyri hvørjar 40 føroyingar, og 4.000 stuttleikabátar liggja í bátahyljum kring landið.
 

- Føroyingar eru í stórum tali fluttir av bygd, har húsini standa manntóm, inn í býirnar og hava mist dagliga  sambandið við náttúruna.
 

- Bóklig útbúgving er alfa og omega, so eitt nú 83 føroyingar lesa til løgfrøðing, 154 lesa til sjúkrarøktarfrøðing, 195 lesa til lærara og 233 lesa til námsfrøðing -  samstundis sum barnatalið fellur.

 

Tilsamans lesa 1.743 føroyingar til akademikara á lærdum háskúlum, mest í Danmark.
 - Næst eftir fiskin, eru ungfólk við hægri bókligari útbúgving Føroya størsta útflutningsvøra.
 

-Okkara nýbygdu hús kosta so nógv, at teir ungu eigararnir verða trælbundnir til bankarnar fyri lívið.

  
- Okkara føroyska móðurmál hvørvur og verður skift út við onkra blanding av enskum, donskum og føroyskum um tvey ættarlið, sigur Óli Breckmann.