Kristina Samuelsen, løgfrøðingur
????????????????????????????
Nú letur til, at tað skjótt eru advokatar frá øllum skrivstovunum í býnum, ið hava ført fram, at landsstýrismálanevndin tekur sær leiklut sum dømandi myndugleiki.
Valdsbýtislæran hjá Montesquieus, sum vit við stýrisskipanarlógini hava staðfest at galda fyri okkara stýrisskipan, býtir valdið í trý, soleiðis at lógirnar verða gjørdar av løgtinginum og løgmanni í felag, umsitingina av lógunum skal landsstýrið taka sær av, og tulkingin av lógunum er løgd til dómstólarnar.
Men kann man hugsa sær, at Løgtingið ger sínar lógir so neyvar, at rásarúmið verður tikið frá umsitingini, ella at lógirnar kanska enntá blíva dómar í sær sjálvum? Kann man hugsa sær, at landsstýrið ikki letur seg binda av lógarinnar karmum, ella ikki broytir sínar mannagongdir í samsvari við ein sagdan dóm? Og kann man hugsa sær, at dómstólarnir ikki leggja lógirnar hjá løgtinginum ella kunngerðirnar hjá landsstýrinum til grund fyri sínar avgerðir?
Kunnu reglurnar í stýrisskipanarlógini í sær sjálvum tryggja at hetta ikki hendur, og hvussu vita vit nær eitt av teimum trimum - Løgtingið, landsstýrið ella dómstólarnir - eru farin út um mark?
Svarið til hendan spurningin finna vit eisini í valdsbýtislæruni, hvørs grundhugsan er ikki bara at skapa eitt valdsbýti, men eisini at tryggja ein valdsjavna millum tey trý veldini, ið kann verja borgarin ímóti tilvildarligum inntrivum.
Uppgávan hjá løgtinginum, landsstýrinum og dómstólunum er sostatt ikki bara ávikavist at lóggeva, útinna og døma, men minst líka nógv at hava eftirlit við og tryggja, at valdsjavnin millum myndugleikarnar verður hildin. Fer Løgtingið t.d. inn um markið hjá landsstýrinum, og landsstýrið letur hetta henda, so merkir hetta eina forskjóting í valdsjavnanum.
Tað er sostatt løgmaður sjálvur, ið setur rættartrygdina í vága, um hann t.d. staðfestir eina útinnandi ella dømandi lóg. Somuleiðis setur Løgtingið rættartrygdina í vága, um tað t.d. ikki hevur eftirlitið við og tryggjar, at landsstýrið fylgir teimum lógarkarmum, ið Løgtingið hevur ásett.
Løgtingið útinnir sítt eftirlit við landsstýrinum á ymiskan hátt. Tað kann verða við fyrispurningum til løgmann og landsstýrismenn, við at løgtingsins umboðsmaður tekur eitt mál upp, við grannskoðan av landsins roknskapum, við at eitt mál verður lagt til kanningarstjóra, ella við at mál verða tikin upp í landsstýrismálanevndini. Landsstýrið hevur ikki skyldu til at fylgja niðurstøðunum hjá løgtingsins umboðsmanni, løgtingsgrannskoðarunum, kanningarstjóra ella landsstýrismálanevndini, og dómstólarnir kunnu til eina og hvørja tíð koma til eina aðra niðurstøðu.
Tað at løgtingsgrannskoðarnir leggja frágreiðing fyri Løgtingið, har teir gera vart við og føra síni sjónarmið fram um møgulig frávik millum fíggjarlóg og roknskap, gevur ikki hesum niðurstøðum dømandi eginleika. Heldur ikki hóast Løgtingið tekur undir við einum uppskoti til samtyktar um góðkenning av roknskapinum, har víst verður til frágreiðingina frá løgtingsgrannskoðarunum.
So mikið minnið gevur tað niðurstøðunum hjá landsstýrismálanevndini dømandi eginleika, hóast tær verða gjørdar í og av eini tingnevnd.
Spurnartekin kann setast við hvørt skipanin við landsstýrismálanevndini er tann rætta skipanin fyri okkum, eins og spurnartekin kann setast við eina og hvørja skipan, alt eftir tíð og stað. Men orsøkin til, at landsstýrismálanevndin ikki skuldi verið rætta skipanin, er ikki tann, at hon tekur sær dømandi eginleika, tí tað ger hon ikki. Orsøkin er heldur ikki tann, at skipanin ikki kann veita tingmonnum trygd fyri, at avgerðirnar, ið tiknar verða, ikki kunnu broytast av dómstólunum, tí tað kann eingin skipan júst av tí somu grund, at avgerðirnar ikki eru dømandi. Norra og Týskland hava eisini skipanir, ið líkjast landsstýrismálanevndini, og sum entá eru meira víttgangandi. Ein hevur ilt við at fáa seg at trúgva, at hesi lond skulu hava misskilt innihaldið í valdsbýtislæruni.
Valdsjavnin millum teir tríggir myndugleikarnir er ikki givin frammanundan. Tað vilja altíð kunna førast ymiskar meiningar fram um, hvar markið skal ganga millum tað lóggevandi, útinnandi og tað dømandi valdið. Hvør av hesum meiningunum vinnur frama vil til eina og hvørja tíð verða stýrt av styrkislutfallinum millum Løgtingið, landsstýrið og dómstólarnar. Heldur Løgtingið sostatt, at løgmaður fer út um mark við ikki at staðfesta eina lóg, ið Løgtingið hevur samtykt við stórum meiriluta, so má Løgtingið seta sína styrki aftanfyri avgerðina við at geva løgmanni misálit. Fæst ikki meiriluti fyri hesum, so nyttar tað einki at vísa sína ómegd við at lasta skipanina, tí hon virkar í einum slíkum føri júst sum hon skal.
Trýstið á tann ella tey, ið fáa tað í sín lut at verja borg fyri valdsjavnanum, er stórt. Tað skal tí nógv til, áðrenn løgmaður letur vera við at staðfesta eina lóg, og áðrenn dómstólarnir døma eina lóg ella kunngerð at vera stríðandi móti yvirskipaðari reglu. Somuleiðis krevur tað dirvi at verða nevndarlimur í landsstýrismálanevndini. Men vald fæst ikki uttan ábyrgd.
Hvat rætta løgfrøðiliga niðurstøðan er í einum ávísum máli, er ein heilt annar spurningur, ið helst ikki skal koyrast av sporinum, við grundgevingum um, at skipanin ikki virkar.
Møguliga kunnu sakarmál um slík mál tykjast margháttlig, men tað, sum eftir mínum tykki er tað margháttliga, er, at báðir partarnir føra samsvarandi sjónarmið fram, um at niðurstøðan hjá lóggevandi valdinum er skeiv.