Um løgmaður hevði valt ein annan møguleika, so mistu vit øll álitið á honum.
Tí má sigast, at løgmaður gjørdi púra rætt.
Í einum lítlum samfelagi sum okkara, er tað av alstórum týdningi, at fólkavald umboð okkara og landsstýrsfólk okkara fylgja stýrisskipanarlógini, og búka vanligt skil og vit.
Um fólkaflokkurin slítur samgonguna, einans tí at flokkurin ikki tolir at merkja avleiðingarnar, at ein landsstýrismaður noyðist at fara, og annað fólk setast, so missa vit álit á Fólkaflokkin.
Tað er skelkandi at lesa, hvussu handfaringin av Strandferðsluni er farin fram.
Flot – Regin - at tú tók avleiðingarnar!
Umskylda Niels Harald Michelsen, at vit sum samfelag ikki eru komin longur!
Harmiligt at báðir “gomlu” skipararnir skulu fáa slíka viðferð, og nú á enda gjørdist daglig negativt tíðindatilfar, einast tí at samgongan setti sær fyri at føra nakað so einfalt sum seniorpolitikk.
At enda: Fókaflokkurin hevur nú gylta møguleikan at seta eina landsstýriskvinnu í sessin – seinastu vikurnar av samgonguskeiðinum.
Fyri okkum vanligu samfelagsbogarar hevur tað týdning, at bústaðarpakkin kemur fyri tingið og verður avgreiddur, áðrenn hetta samgonguskeiðið er av. Tað eru so nógv fólk í hesum landi, ið ikki eru før fyri at seta seg fyri hørð og stór húsalán. Tað má tí ikki enn einaferð ganga út yvir okkum borgarar, at ávís landsstýrisfólk gera feilir, ið hava við sær, at flokkar og menn gerast fornermaðir og smekka við hurðini.
Vísi tykkum nú sum menn eiga: Takið ábyrgd!