Heðin Askham ásannar, at talan er um ein sterkan bólk, sum føroyska U21 landsliðið er komið í, men sigur, at hini londini hava víst føroyska U21 landsliðnum stóra virðing
Føroyar eru í bólki 6 við Týsklandi, Rumenia, Montenegro og Írlandi. Tað gekk illa at fáa skránnað lagda til rættis, tí Týskalnd og Rumenia ikki kundu einast. Skráin er nú komin upp á pláss.
Millum annað skal føroyska liðið spæla í novembur mánaði í ár, og longu aftur í mars mánaði komandi ár. Tað sær Heðin Askham, sum saman við Bill M. Jacobsen er venjari hjá U21 landsliðnum, ikki sum ein trupulleika, men heldur ein møguleika at halda spælararnar í gongd árið runt.
Hoyr samrøðuna, ið Hilmar Jan Hansen hevði við Heðin Askham eftir lutakastið.