Hava verið klárir alla tíðina

Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, sigur, at kommunan hevur verið til reiðar við sínum íkasti til ætlaðu handilsmiðstøðina alla tíðina. ? Vit fegnast um, at gongd er í málinum, og vit vildu helst sæð, at gongd eisini kemur á byggingina heilt skjótt, sigur hann Tað er ikki Klaksvíkar kommuna, sum hevur ligið í buktini fyri ætlaðu handilsmiðstøðini í Klaksvík.

Tað sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri.

- Vit hava verið klárir við okkara parti alla tíðina. Økið er lagt út til miðdepilin, og vit fara at gera tann partin, sum verður okkara.

Borgarstjórin sigur, at økið, sum er lagt út og liggur innast á vágni í Klaksvík, er einar 20.000 fermetrar stórt,

- Kommunurnar partur er í fyrsta lagi byggilendið og tær kloakkir og íbindingar, sum skulu til. Haraftrat kemur ætlaða torgið og uttanum økið, sum hann tekur til.

Klaksvíkar kommuna ætlar eisini at gera eina atløgusíðu á ytra enda á økinum, har bátar kunnu liggja, eitt nú stuttleikabátar og onnur smærri før.

- Endamálið við hesum er at gera umhvørvið við handilsmiðstøðina spennandi og dragandi, sigur hann.

Borgarstjórin sigur, at aðrar ætlanir, sum eru á økinum, er ein stór mentanarhøll, sum feløg helst fara at byggja. Júst, hvussu hetta verður skipað, er ikki greitt enn. Ein slík høll er ætlað til mentanarlig tiltøk av ymiskum slagi, eitt nú konsertir, framsýningar av ymiskum slagi og annað.

- Okkara vón er, at byggingin av handilsmiðdeplinum kemur í gongd sum skjótast, og vit gleðast um, at áhugin fyri miðstøðini er stórur, bæði millum stigtakarar, fólk, sum hugsa um handilsvirksemi, men eisini millum tey, sum vilja fíggja verkætlanina, sigur borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu