Hava verið her í tveir dagar av 74

Norska løgreglan hevur í morgun viðgingið, at tey seinastu 74 dagarnar, sum tey hava havt húsini hjá Tom Hagen í sínari varðveitslu, bert hava verið her í tilsamans tveir dagar.

 

Nú málið um, hvørt miljarderurin, Tom Hagen, skal sleppa heim aftur í hús síni við Sloraveien 4 í Lørenskog í Noregi, er fyri í norska tingrættinum í morgun, veit Dagbladet at siga, at løgreglan í juni, juli og higartil í august bara hevur verið í húsunum í samanlagt tveir dagar. Løgreglan heldur upp á, at tað er avgerandi hjá teimum at hava húsini í sínari varðveitslu í nakrar mánaðir aftrat, tí tey í løtuni leggja ætlanir um nýggjar kanningar í húsunum.

Tað er verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, sum í dag roynir málið í rættinum, tí hann vil hava at vita, um rætturin metir tað vera í lagi, at løgreglan framvegis hevur húsini hjá miljarderinum í sínari varðveitslu og framvegis ikki vil lova honum heimaftur. Miljarderurin er skuldsettur fyri dráp - ella viðvirkan til dráp - av konu síni, Anne-Elisabeth Hagen, sum sporleyst hvarv úr heiminum hin 31. oktober í 2018.

Hann noktar seg sekan og sigur seg als ongan leiklut hava í, at kona hansara er horvin. 

Á rættarfundinum í morgun hevur løgreglan viðgingið, at tey seinastu 74 dagarnar, sum tey hava havt húsini við Sloraveien 4 undir hond, bert hava verið her í tilsamans tveir dagar. Á fundinum í morgun hevur løgreglan eisini sagt, at tey í løtuni tilrættaleggja nýggjar kanningar í húsunum fyri tær næstu tvær vikurnar, og hetta er líka sum ein av grundgevingunum hjá løgregluni fyri, at 70 ára gamli, Tom Hagen, ikki kann sleppa inn aftur í húsini fyribils.

Verjin hjá miljarderinum, Svein Holden, hevur leingi fýlst á, at Tom Hagen ikki sleppur heimaftur. Á rættarfundinum í morgun segði løgregluleiðarin, Chister Svane Andersson, at tey hava funnið fleiri spor í húsunum, og at tey vóna at finna enn fleiri spor. Hann segði, at løgreglan framvegis metir, at húsini eru staðið, har ein "álvarslig kriminell brotsgerð" er framd, og hann legði aftrat, at helst er sethúsaognin við Sloraveien 4 best kannaða ástaðið í Noregi nakrantíð.

Norska løgreglan, sum higartil hevur havt húsini hjá Tom Hagen í sínari varðveitslu í stívliga tríggjar mánaðir, ynskir at hava sethúsaognina um hendi í fyribils tríggjar mánaðir aftrat. Verjin hjá Tom Hagen heldur, at tað nú er upp á tíðina, at hin 70 ára gamli nú sleppur at flyta heim aftur, tí løgreglan - heilt síðan Anne-Elisabeth Hagen hvarv hin 31. oktober í 2018 - hevur havt allar møguleikar at gera sínar kanningar á ognini.

##med2##