Rólant Waag Dam
Yvirlæknin Pál Weihe hevur kannað menninar og tosað við teir eftir óhappið týsdagin í farnu viku. Fleiri av monnunum hava eisini verið hjá kommunulæknum teirra, tí teir hava havt vaml, høvuðpínu og onkur teirra var eisini óstúttur á beinunum inni í tunlinum, orsaka av koliltueitranini.
Sambært yvirlæknanum er kuliltueitran serstakliga vandamikil.
- Koliltueitran hevur við sær, at tú sovnar burtur. Tess meiri, tú fært í teg, tess minni ert tú førir fyri at gera tað rætta, sigur Pál Weihe. Hann vísir á, at tað tískil hevur verið ein fyrimunur hjá monnunum, at teir hava verið fleiri í tali.
Soleiðis hava teir verið samdir um, at tað ikki ruggaði rætt, tá allir vóru illa fyri og ringdu eftir tokinum. Harnæst hevur tað, sambært Páli, eisini verið heppið, at teir hóast alt hava verið so mikið klárir, at teir hava funnið fram iltfløskur og hava brúkt hesar, meðan teir hava bíðað eftir at verða fluttir út.
- Hetta var ein sera álvarsom hending, sum tíbetur endaði gott. Líkt er til, at menninir ikki fáa varðandi mein av hesum, sigur Pál Weihe, sum tó leggur dent á, at sálarliga kann hetta ávirkað menninar, sum hava verið deyðanum nær.
rolant@sosialurin.fo
citat
- Koliltueitran hevur við sær, at tú sovnar burtur. Tess meiri, tú fært í teg, tess minni ert tú førir fyri at gera tað rætta
- Hetta var ein sera álvarsom hending, sum tíbetur endaði gott. Líkt er til, at menninir ikki fáa varðandi mein av hesum