Hava veitt góð 300.000 tons í ár

Samlaða útlendska veiðan fyrstu 11 mánaðarnar í ár er komin upp um 300.000 tons. Og tað er svartkjafturin, sum ger munin. Ísland, Noreg og ES hava í ár veitt 202.000 tons av svartkjafi undir Føroyum og trekkja vit tey frá samlaðu útlendsku veiðuni upp á 301.443 tons, so eru vit niðri á einum miðal árið hvat útlendskari veiðu viðvíkur.

Russar hava hinvegin veitt minni av svartkjafti enn teir plaga. Teir hava veitt 79.000 tons fyrstu 11 mánaðarnar í ár, teir plaga vanliga at liggja um 100.000 tons hesa tíðina.

Ongin kongafiskur

Kongafiskur, sum føroyskir djúphavstrolarar pástanda at russar veiða í ólukkimát undir Føroyum, figurerar slett ikki í yvirlitinum hjá Fiskiveiðueftirlitinum fyri teir fyrstu 11 mánaðarnar í ár. Men russar hava veitt 1675 tons av øðrum fiskasløgum, so tað kann vera at kongfiskurin finnst her. 1675 tons er fittur partur av fiskiskapinum hjá einum ísfiskatrolara.

Norðmenn eru ógvuliga drúgvir undir Føroyum og teir eru farnir at brúka fleiri fiskidagar enn russar. Teir vóru her tilsamans 1835 fiskidagar og tað gevur í meðal fimm fiskiskip hvønn einasta dag, hesar fyrstu 11 mánaðarnar. Norðmenn eru her við svartkjaftabátum, tá verktíðin er, síðan liggja línubátarnir ein stóran part av árinum. Teir eru nú farnir heim at halda jól, og koma talsterkir aftur beint eftir nýggjár. Januartúrurin rokna teir sum ein tann besta á árinum. Teir frysta fiskin umborð. Bert ein kalvabátur er undir Føroyum í løtuni.

Lakur november

Tølini fyri botnfisk, sum útlendsk skip hava veitt undir Føroyum í november eru smá. Bert tvey ES lond hava roynt undir Føroym í hesum tíðarskeiði, tey eru Bretland, sum hevur veitt 60 tons og Frakland, sum hevur veitt 530 tons.

Bretland hevur nýtt 20 fiskidagar og í hesum tíðarskeiði hava teir veitt 5,9 tons av toski, 18,1 tons av hýsu, 20,1 tons av upsa, 8 tons av kongafiski og annars eitt sløg av øðrum fiskasløgum.

Franskir djúpvatstrolarar liggja meira ella minni fast undir Føroyua alt árið og í november nýtti teir 87 fiskidagar undir Føroyum, tað merkir at minnst tríggir trolarar vóru í føroyskum sjógvi. Fronsku djúpvatnstrolararnir fiska mest blálongu av botnfiski. Teir veiddu 57 tons, siðan veiddu teir 25 tons av upsa og 21 tons av kongafiski. Teir royna so djúpt, at ongin toskur var í teirra fiskiskapi.Ein franskur svartkjaftabátur hevur eisini verið í føroyskum sjógvi. Hann fekk 278 tons av svartkjafti.

Tølini frá fiskiveiðueftirlitinum vísa eisini, at ein norskur kalvabátur hevur undir Føroyum í november og hann hevur roynt allan mánaðin. Hann hevur fingið 6,5 tons av kalva og bara eitt sløg av øðrum fiskasløgum.

Einir 12 russiskir svartkjaftatrolarar hava roynt undir Føroyum í november. Teir hava nýtt 378 fiskidagar og hava veitt 17.024 tons av svartkjafti. Russisku trolararnir hava eisini fingið 38 tons av gullaksi og góð 1000 tons av ansjosum. Sambært tølunum hava teir ikki fingið so mikið at kongafiski, at tað er nevnt serstakt í yvirlitinum, men teir hava veitt 385 tons av øðrum, so her kann kongafiskur vera uppi í.

Íslendingar hava veitt 20.000 tons av svartkjafti undir Føroyum í november.

Útlendska veiðan undir Føroyum

Hava veitt góð

300.000 tons í ár

Fiskiveiða

Jústinus Leivsson Eidesgaard

Bretar nyttu 20 fiskidagar undir Føroyum í november og millum annað hesin Hulltrolarin, sum var tikin fyri ólógliga veiðu royndi undir Føroyum í november. Mynd: Jens K. Vang