Landsliðið var eisini á venjingarvøllinum eina løtu í gjárkvøldið, áðrenn leiðin gekk inn á sjálvt Ceahlăul Stadium, har landsliðsvenjarin hevði taktiskar venjingar fyri afturlatnum dyr.
Tá landsliðið vandi í gjár, regnaði av grimd og vøllurin var serstakliga vátur. Í dag er veðrið betri. Tað er turt í Piatra Neamt, men kortini bítandi kalt ? einans trý stig nú á middegi, so hitin verður neyvan langt omanfyri frostmarki, tá bríkslað verður í gongd klokkan 21.00 lokala tíð, tað vil siga 19.00 føroyska tíð.