Hava vant fyri síðstu ferð

Ein venjing, sum Brian Kerr helst hevur brúkt til at venja standardstøður, har føroyska liðið við deyðbóltum er óvanliga sterkt.

Rógvi Jacobsen, Bartal Eliasen, Atli Gregersen og Fróði Benjaminsen eru allir sera sterkir í luftspælinum, og nú alt bendir á, at Súni Olsen ikki hevur so álvarsamar trupulleikar, at hann ikki fær spælt, er hetta eitt sterkt vápn hjá føroyingum.

 

Í gjárkvøldið vandi liðið í Stade de Roudourou leikvøllinum. Brian Kerr hevði menninar á vøllinum í trý korter, meðan tað regnaði av grimd. Hesa løtuna brúktu leikararnir til at venja rennimynstur, men annars var tað mest ítøkiliga, ið stóð eftir venjingina í gjár, at allir mans eru tøkir.

 

Annars er talan um ein ógvuliga góðan vøll, sum helst passar føroyska liðnum rímiliga væl, við tað at hann ikki er so stórur.

Hvussu væl hann passar, fæst svar fyri í kvøld.