Hava vant á Astana Arena

Landsliðið er komið til Kasakstan, men enn manglar Gunnar

Føroyska A-landsliðið í fótbólti er komið til Kasakstan í øllum góðum. Hesum boðar Fótbóltssamband Føroya frá umvegis heimasíðuna.

 

Tíðliga í morgun lokala tíð lendi føroyski hópurin í Astana Floghavnini í Kasakstan.

 

Seinnapartin í dag var fyrsta venjingin á skránni. Eftir døgurða varð vant á Astana Arena, har pláss er fyri umleið 30.000 áskoðarum.

 

Dysturin millum Kasakstan og Føroyar verður spældur fríggjadagin klokkan níggju lokala tíð, tað vil siga klokkan fýra føroyska tíð.

 

Málverjin Gunnar Nielsen er enn ikki komið til Kasakstan, tí visum hansara er ikki í lagi enn.