Hava valt at hava góðsku í allari skránni

Eftir at korona legði festivalar, og samfelagið sum heild, lamið í langa tíð, ber nú aftur til at njóta tónleik, tá stóru festivalarnir aftur bjóða fólki at hugna sær við tónleiki og samveru.

Á G! fegnast tey um at síggja fólk aftur, og um at hava eina skrá, har góðskan er í hásæti.

– Vit hava ikki eitt stórt navn sum skal selja allan festivalin, men vit hava heldur valt at hava meira góðsku ígjøgnum alla skránna, sigur tónleikastjórin á G!, Michael Antony Charles.

 

Ein av stóru og kendu tónlekafesti­ valunum í Føroyum er G! Festival­ urin, sum nú kann bjóða seg fram aftur, eftir tvey ára steðg vegna koronu.

 

Vit hava spurt tónleikastjóran, Michael Antony Charles, hvørji høvuðsnøvnini eru á G! í ár?

 

– Í ár hava vit valt at fokusera uppá okkara grannar, so tað eru kanska ikki tey høvuðsnøvnini, sum fólk høvdu væntað av okkum í ár. Vit hava ikki eitt stórt navn, sum skal selja allan festivalin, men vit hava heldur valt at hava meira góðsku íg jøgnum alla skránna.

 

##med2##

 

Tónleikarar sum José González, Ásgeir, Tessa, Carlene Carter, Eivør, Teitur, La Fleur og Daði Freyr eru høvuðsnøvnini í ár. Tað er eingin loyna, at vit hava møtt fleiri avbjóðingum við teimum størri nøvnunum tey seinastu árini, so tað er ein góð grund til at vit hava broytt taktikk. Men er tað eitt vit duga sera væl á G!, so er tað at finna loysnir, tá avbjóðingar standa framman fyri okkum, sigur Michael Antony Charles.

 

HVAT GLEÐI TÚ TEG MEST TIL Á G! 2022?

– Eg gleði meg at merkja serstaka G! andan, tí hann finnur tú onga aðrastaðni í heiminum, og so hitapottar, og feitan tónleik. At møta fólki aftur, sum vit ikki hava sæð í 3 ár. Men eg gleði meg persónliga mest til at síggja Grundina, tí hon hevur veruliga fingið eitt facelift, nýgg jan pall, barr, ves, list, og so framvegis, sigur tónleikastjórin á G!.

 

##med3##

 

HVAT SIGUR TÚ UM ÁRS­ INS G! FESTIVAL SUM HEILD, OG ALT TAÐ, IÐ HENDIR KRING ÁRSINS FESTIVAL?

 

– Eg haldi vit øll eru spent uppá ársins G! festival, men tað kennist eisini óveruligt, at vit aftur skulu hava festival, tá vit hava veri avlýst í 2 ár.

Eg eri væl nøgdur við skránna, bæði tónleikin, og alt tað sum hendir rundan um tónleikin, so sum barnatiltakið og skránna í fjósinum. Tað fara eisini at vera fleiri happenings á festivalinum, sum ikki fara at standa í skránni, so tað snýr seg um at vera til staðar ta røttu tíðina, sigur Michael Antony Charles.

 

Dagfinn Olsen

 

##med4##

 

##med5##