Kristina Háfoss
Fíggjarpolitiska framsøgufólk Tjóðveldisfloksins
"Vit skulu læra av okkara feilum". Soleiðis verður ofta tikið til - og kunnu øll taka undir við hesum. Men tíverri er nógv, ið bendir á, at nógv av teimum umboðum, ið sita á Løgtingi, ikki hava lært av teimum feilum, ið vórðu gjørdir fyri bert fáum árum síðan. Tí í hesu vikuni skal Føroya Løgting taka støðu til eitt uppskot frá Sambandsflokkinum, ið snýr seg um, at landið nú aftur skal til at taka lán, veita veðhald og víkja frá prinsippinum um, at rinda ?kontant? fyri almennar íløgur og prinsippinum um at útreiðslur og virksemi skulu fylgjast at í einum ári. Harvið verður eitt av høvuðs stýringsamboðunum í føroyska búskaparpolitikkinum blakað fyri borð og farið verður aftur til 80?ara politikk.
Skúlabygging skal fíggjast við skili
Samgonguskjalið sigur m.a., at í hesum valskeiðnum skal farast undir ymsa skúlabygging - eitt nú bygging av Tekniska skúla og Studentaskúla í Tórshavn. Og so verður. Men hesar byggingar skulu eins og allar aðrar fíggjast við skili og í trá við ta játtanarskipan, ið vit hava í dag. Eina játtanarskipan, ið tryggjar at landsins útreiðslur mynda tað virksemið, sum er í tí ári tær verða játtaðar av Løgtinginum, og at landið harvið hevur møguleika at stýra almenna virkseminum og føra ein búskaparpolitikk..
Men hesum taka allir løgtingslimir eftir øllum at døma ikki undir við. Tí í mars mánaða legði Sambandflokkurin fram uppskot um at veita landskassaveiting til fígging av yrkisútbúgvingarskúlum í Tórshavn. Ætlanin er, at landskassin skal veita veðhald fyri 87 mió. kr., ið skulu nýtast at fíggja nýggjan Tekniska skúla í Tórshavn.
Ikki lántøku og veðhald ? tí?
Uppskotið hjá Sambandsflokkinum, ið merkir, at landið aftur fer at fíggja íløgur við lántøku og harvið afturrindan eftir fleiri árum ? heldur enn at rinda ?kontant? - má ikki gerast veruleiki av fleiri orsøkum:
ßSambandið millum landsins útreiðslur og virksemið hvørvur
ßHarvið hvørvur møguleikin fyri stýring av almennum íløguvirksemi, ið er eitt av høvuðs stýringsamboðunum í almenna búskaparpolitikkinum.
ßLandskassin verður bundin til fastar útreiðslur til rentur og avdráttir í eitt langt áramál. Harvið verður ikki møguligt at laga íløguútreiðslurnar ár undan ári í mun til búskaparstøðuna og landsins inntøkur.
ßLandskassin fær stórar og óneyðugar eykaútreiðslur til rentur. Hetta eru útreiðslur, ið annars kunnu verða nýttar til skilagóðar íløgur. Tí tað er ikki peningur í manglar. Landið eigur í dag um 2,5 mia. kr. í tøkum peningi og kann rinda allar íløgur kontant. Men roynt verður at býta og avmarka almenna íløguvirksemið soleiðis, at almenna virksemið ikki avlagar virksemið og kostnaðarstøðið í landinum og soleiðis at føroyski búskapurin ikki gerst ov ?upphitaður?.
ßSomuleiðis vil eitt undantak tá umræður lántøku fyri ein sjálvsognarstovn ? í hesum førum Tekniska skúla - merkja, at eitt ovurstórt trýst kemur á alla ta politisku skipanina um at seta gongd á hópin av byggivirksemi. Hetta tí tað við lántøku kann kennast ?bíligt? pr. ár ? men kemur tó at binda fíggjarorku í eitt langt áramál og kosta landinum eina munandi størri upphædd.
ߨll eiga at verða líka fyri lógini. Sleppur ein sjálvsognarstovnur sum t.d. Tekniski skúli at fíggja íløgur við lántøku ? ja, so eiga aðrir somuleiðis at fáa henda møguleikan. Og hetta kemur at merkja, at alt sum eitur stýring av føroyskum virksemi og búskapi hvørvur.
Er hetta nakað, ið føroyskir politikarar ynskja ? Undir 1. viðgerð av málinum í Løgtinginum tók ein meiriluti - Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og partar av Fólkaflokkinum - undir við uppskotinum, men vónandi verður annað skil, tá komið verður til 2. og 3. viðgerð av málinum. Annars sær svart út, tá umræður at ?læra av feilum?.
Lántøka er ikki alternativ fígging
Undir 1. viðgerð varð av uppskotstillaranum m.a. tosað um, at neyðugt verður við alternativari fígging. Men tað skuldi verið øllum kunnugt, at lántøka í øllum førum ikki er nakað nýtt og alternativt.
Somuleiðis varð víst á, at undirsjóvartunlarnir, hava fingið møguleika at fíggja virksemið yvir eitt langt áramál. Kjakað kann verða um, hvørt tað var rætt at nýta henda fíggingarhátt, men undir øllum umstøðum kunnu hesar íløgur ikki samanlíknast við eitt nú skúlabygging. Undirsjóvartunlarnir vórðu stovnaðir sum partafeløg og verða partvíst inntøkufíggjaðir umvegis bummgjøld. So er og verður ikki við skúlum, sjúkrahúsum, ellis- og røktarheimum o.l.
Raðfesta bygging innan skúla-, almanna- og heilsuverk
Seinastu árini er nógv tann størsti parturin av íløgukarminum nýttur til tunnlar, vegir, skip og samferðsluøkið sum heild. Nú er tað almanna-, heilsu- og útbúgvingarøkið, ið eigur tørn. Nevnast kann, at komandi árini verða íløgur gjørdar í ellis- og røktarheim fyri um 19 mió. kr. (+19 mió. kr. frá kommununum) um árið, meðan 35-45 mió. kr. um árið fara til sjúkrahúsverkið og ein enn størri upphædd til skúlabygging.
Tá umræður skúlabygging standa Miðnámsskúlin í Vági og Sjódepilin í Vestmanna á skránni í ár, og farið verður somuleiðis undir at fyrireika bygging av Miðnámsdepli (Tekniskur skúli, Handilsskúli og Studentaskúli) í Tórshavn, Listaskúla á Sandoynni og útbygging av Tekniska skúla í Klaksvík. Alt í alt verða hesar byggingar mettar at kosta umleið 380 mió. kr. yvir eitt áramál. Hetta svarar til kostnaðin av einum undirsjóvartunli ella einum Suðuroyarskipi við samferðsluhavn.
Ongin forðing fyri skilagóðari fígging
Í ár er samlaði íløgukarmurin hjá landinum 283 mió. kr. ? harav 125 mió. kr. í ár fara til íløgur í Suðuroyarskipið og samferðsluhavnina í Trongisvági. Nú Suðuroyarskipið verður goldið komandi ár kann hesin partur av íløgukarminum ella góðar l00 mió. kr. verða settar av til skúlabygging fylgjandi 4 árini. Um so verður gjørt, verður komið á mál við omanfyrinevndu skúlabygginum eftir fáum árum, og tá verður talan um fígging innanfyri landsins íløgukarm og uttan at órógva búskaparstýringina. Tí er ongin fíggjarlig forðing fyri at fara undir skúlabygging, ið verður fíggjað við skili.
Búskaparstýring ? fortíð ella framtíð ?
Tekur meirilutin av Føroya Løgtingi undir við uppskoti Sambandsfloksins, ið merkir eitt farvæl til eitt av høvuðs stýringsamboðunum í føroyskum búskaparpolitikki ? ja, so er als ikki talan um nakra tænastu ? men eina bjarnatænastu fyri føroyska samfelagið.
Hetta er bert eitt av dømunum um, at nógv bendir á, at hugsanin frá 1980?unum er við at sníkja seg innaftur um tinggátt. Tað tykist sum onki er óført og verða atlit í alt ov lítlan mun tikin til, at búskaparvøksturin av álvara minkar longu í ár. Tos um meira almennan studning til vinnulívið, umframt lántøku og veðhald til íløgur eru bert nøkur dømi.
Greitt er tó, at so leingi Tjóðveldisflokkurin situr við landsins leiðslu verður hetta ikki veruleiki. Tí vit hava lært av búskaparkreppuni - ið rakti alt samfelagið so meint fyri bert fáum árum síðan - og fara at virka fyri, at tryggja vælferðarsamfelagið eitt nú umvegis skilagóðar íløgur á almanna-, heilsu- og útbúgvingarøkinum og umvegis trygga og málrættaða búskaparstýring.