Hava upptøkuroynd til sangleik

Leygardagin hava øll tey, sum eru áhugað í sangi, dansi og sjónleiki, møguleika fyri at fara til upptøkuroynd fyri at sleppa at vera við í nýggjum sangleiki.

 

 

 

Í fjør skrivaði Havnar Sjónleikarfelag út kappingina Ber til at gera sangleik við støði í barnarímunum hjá Hans Andrias Djurhuus? Vinnandi leikritið gjørdist Sangur í mjørka, sum Elin á Rógvi hevur skrivað.

 

 

 

Havnar Sjónleikarfelag fer nú undir at seta leikin upp, og fyrsta framførsla verður væntandi í seinnu helvt av oktober.

 

 

Leikarar skulu nú finnast til sangleikin, og Havnar Sjónleikarfelag bjóðar tí til uptøkuroynd leygardagin 31. august kl. 10.00 í Sjónleikarhúsinum.

 

 

 

Til leikin er brúk fyri gentum og dreingjum, eldri enn 13 ár, umframt kvinnum og monnum í øllum aldri.