Nú eitt nýggja samgonga skal skipast eftir løgtingsvalið 8. desembur, fær tað óivað ein langan ynskilista um mál av øllum handa slagi, sum skulu fremjast. Eisini Føroya arbeiðsgevarafelag er farið upp í tað kórið og tey hava tvey serlig ynski til tað næstu samgonguna.
Annað ynskið er eitt heldur háfloygt, tí tað er, at vit skulu fáa ein kappingarføran arbeiðsmarknað.
– Í Føroyum er arbeiði til allar hendur og meiri enn tað, staðfesta tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Og skulu vit framhaldandi fíggja okkara vælferð við búskaparvøkstri, er alneyðugt, at vit gera føroyska arbeiðsmarknaðin lokkandi, so at bæði føroyingar og fólk, sum búgva uttanlands, skulu velja Føroyar sum sítt stað at búgva og virka, siga tey. Eisini mugu vit tryggja, at førleikarnir hjá starvsfólkunum samsvara við tann tørvin, sum fyritøkur hava. Nakrar fortreytir fyri tí eru at:
– Vit fáa eina nýggja skattaskipan, har fremsta endamálið er at lækka lønarskattin, og at vit fáa fleiri nýtslugjøld í staðin
– Allur kappingaravlagandi stuðul, sum eggja arbeiðsmegi at fara av landinum at arbeiða, verður avtikin. Her verður hugsað um frádráttir, sum fólk, sum arbeiða uttanlands, fáa.
– Útbúgvingarskipanin má altíð lagast til so at hon er í samsvari við tørvin á arbeiðsmarknaðinum, og vit at hava útbúgvingar, sum størst tørvur er á, og sum størst áhugi er fyri.
– At vit fáa ein bústaðarpolitikk so, at fólk í Føroyum, og tey sum umhugsa at flyta til Føroya, hava líka góðan møguleika at útvega sær bústað í Føroyum, sum tey hava aðrastaðni.
- - -
Hóast hitt ynskið er meiri jarðbundið, vísir seg kortini at vera eitt hart hoyggj at draga, tí tosað hevur verið um eina loysn í eini 15 ár – uttan úrslit. Og tað er ein skipan sum ger tað lættari at sleppa av við tómar fløskur. Men Vinnuhúsið sigur, at samstundis sum tað skal vera lætt hjá fólki at sleppa av við fløskur, skal tað vera lætt hjá handlunum at avgreiða tær víðari til endurnýtslu og endurvinning.
– Tann nýggja skipanin má leggja upp fyri øll viðurskifti, líka frá tí, at ílatið fer um handilsdiskin til ílatið aftur endar sínar dagar sum endurnýtslutilfar ella endurvinningartilfar.
Høvuðsmálini við nýggju skipanini má vera, at:
– Vit fáa so nógv endurnýtsluíløt innaftur sum gjørligt
– Tað skal vera lætt at lata pantíløt innaftur
– Tað skal vera lætt hjá handlum at umsita skipanina
Samanbera vit føroysku og donsku skipanina, hava vit at kalla somu skipan framman fyri diskin. Føroysku og donsku handlarnir hava nevniliga skyldu at taka ímóti teimum pantíløtum og tilfari, teir sjálvir selja, siga arbeiðsgevararnir.
Aftan fyri diskin er tó stórur munur á. Í Danmark tekur Dansk Retursystem sær av pantíløtunum, soleiðis at tey fara har tey skulu.
Í Føroyum skulu einstøku handlarnir sjálvir taka sær av øllum. Í Føroyum skilja teir einstøku handlarnir tómar fløslur upp í 18 ymiskar posar, sum einstøku handlarnir sjálvir skulu levera aftur til 18 ymiskar veitarar. Hetta krevur bæði nógva orku og nógv pláss.
Tá ið veitararnir hava fingið posarnar við teimum tómu fløskunum aftur frá teimum einstøku handlunum, skulu teir senda íløtuni aftur til framleiðaran til endaliga burturbeining og endurvinning. Úrslitið er, at farmaskip sigla úr Føroyum við stórum bingjum av tómum plastfløskum til Danmarkar at til endurvinning.
– Føroysku myndugleikarnir mugu tí finna eina loysn saman við Dansk Retursystem, í samráð við danska Umhvørvismálaráðið, soleiðis at vit sleppa undan at lata út óneyðugt CO2 við at sigla tómar plastfløskur til Danmarkar, sigur Vinnuhúsið.