Ein avleiðing av korona-kreppuni er, at fólk hava verið nógv meiri heima við hús – og tað er komið stórum parti av handilslívinum til góðar.
Eisini í matvøruhandlinum, CAJ í Kollafirðið, hava tey merkt úrslitið av kreppuni, tí sølan í handlinum er tvífaldað, sigur Bergur Robert Dam Jensen, sum rekur handilin, við Vinnuhúsið í dag.
Hann sigur, at tað er bæði tað, at nógv fólk er í handlinum, og so tað, at tey hava havt nógv meiri at gera við at koyra vørur heim til fólk, enn tey plaga at hava.
Hann heldur avgjørt, at ein orsøk til at sølan er økt, er at flestu føroyingar eru heima.
– Ongin er farin at ferðast, heldur ikki til Danmarkar í vikuskifti. Tá tú ikki ferðast, brúkar tú pengar til mat í Føroyum, sigur Bergur Robert Dam Jensen við Vinnuhúsið.
Eisini hjá CAJ merktu tey, at føroyingar vóru bangnir fyri at vera í uppisetri við vesipappíri og mjøli, tí eftirspurningurin eftir júst hesum vørunum var stórur, sigur stjórin.
Hann sigur, at fólk keyptu eisini dýrari vørur enn vant, eitt nú eru ikki so fáir góðir búffarnir farnir um skivuna.
CAJ hevur eisini apoteksvørur, og har hevur eftirspurningurin eftir Panodil, og øðrum pínustillandi sum fæst í hondkeypi, verið rættiliga stórur hesa tíðina.
Annars ásannar hann, at tað er eitt baks at vera handilsmaður í Kollafirði. Nógvir bygdarhandlar hava verið noyddir at lukka, tí fólk hava leitað sær til stóru handlarnar í høvuðsstaðnum, sigur hann. Og hann heldur eisini, at hevði hann ikki havt so ófør starvsfólk afturat sær hevði tað ikki latið seg gjørt.
– Men nú tykist tað, sum lokalsamfelagið hevur fingið eyguni upp fyri, at tað er ein fyrimunur at hava handil í økinum, leggur hann afturat.
Og hann leggur afturat, at hetta seinasta hálvtannað árið hevur gingið betur, og nú hevur gingið heilt væl, sigur Bergur Robert Dam Jensen.